Er enn myrk og trong hvør leið

Orð og lag: Charles Albert Tindley
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: We’ll understand it better by and by

1. Er enn myrk og trong hvør leið,
og vit skilja kunnu ei,
hvussu Gud man greiða alt
ígjøgnum lívsins trupla skeið;
eyga hans tó vakja skal
yvir okkum trútt og væl,
alt vit skilja skulu betur handan hav!

Niðurlag: Handan hav gyltu morgunstund,
tá øll tey frelstu savnast heim á fund,
allir spurningar tá finna svar og grund,
alt við skilja skulu betur handan hav!

2. Freisting, snerra mangan tók
okkum, so vár fótur ók,
framferð tankaleys og skeiv
meint í hjartarøtur reiv,
og vit undrast á, hví Gud
loyvir royndir, sváran lut,
men vit skilja skulu betur handan hav!

FavoriteLoadingGoym tekstin