Er grindin trong, er gøtan mjá

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Sámal Andrias Weihe

1. Er grindin trong, er gøtan mjá,
er møðsamt upp at streva,
eg veit, mær Harrin gongur hjá,
og hann vil kraft mær geva;
um stríðan streym og hvassa grót
og brøttum brekkum upp ímót
hans sterka hond meg styðjar.

2. Og tykist ofta leiðin long,
mást tungan kross tú bera,
gerst ilin sár og eym hvør spong,
lat Guð tær hugin herða,
so hjartað fellur ei í fátt;
minst til, at innan himlagátt
ei nakar veit av vanda.

3. Minst til, at í Guðs bjørtu borg
er eingin trongd og møði,
er einki suff, er eingin sorg,
men ævig hvíld og frøi,
tí sálin er av syndum rein,
og aldri fær hon aftur skein,
Guð skjøldur er og verja.

4. Í dýrd og dygd hvør dagur fer,
alt ljótt, alt ilt má flýggja;
teir vinir, sum vit mistu her,
vit har í sælu síggja;
ímillum einglar frelst og fró
hvør tunga kvøður takkarljóð,
Guðs heiður allar ævir.

FavoriteLoadingGoym tekstin