Er Gud við mær, so stríði

Orð: Paul Gerhardt
Lag: H. Otto Konrad Zinck, Carl A. Nielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Er Gud við mær, so stríði
ímót mær, hvat ið má!
Eg eftir honum bíði,
hans hjálp eg skjótt skal sjá!
Vil Gud mær góður vera,
og gav hann mær sín frið,
hvat kann mær Satan gera,
og alt hans ónda lið!

2. Mín sál við treysti sigur,
tað veit og trýr hon vist,
at sæla mín og friður
er Harrin Jesus Krist;
hans kærleiki mær fylgir,
hans hond meg uppi bar,
hann stillar allar bylgjur,
sum brúsa móti mær.

3. Ein gleðistreymur gongur
ígjøgnum sál og sinn,
og søtur takkarsongur
fer fyri Harran inn;
mín sól, mítt lív, mín friður,
áh, Jesus, tað er tú,
mín songur allur sigur:
Hjá tær mítt heim er nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin