Er hans navn ikki kært

Orð: Ókend/ur
Týtt: Flóvin Tyril (1. og 4. vers), Brynleif Hansen (2. vers), Victor Danielsen (3. vers) og Petur William Háberg (5. vers)

1. Er hans navn ikki kært –
undurfult og dýrabart?
Er ei Jesusar navn undurfult?
Synd og bann
bøtir hann,
hetta sigur Bíblian. –
Er ei Jesusar navn undurfult?

2. Undurfult, undurfult navnið Jesus er,
frelsir meg, leiðir meg og meg uppi ber.
Vegurin, sannleikin, lívið hjá mær ver!
Undurfult er navnið títt – Immanuel.

3. Jesu navn, áh, hvør søtt!
Ljós á jørð og Himli við.
Jesu navn, áh, hvør søtt!
Ljós á jørð og Himli við.

4. Himmalin so undurfullur er,
dýrdar-, friðarins verð,
har mær ein bústað Jesus ger,
undurfullur Himmalin er.

5. Og inntil tá eg ferðist fram við gleði,
inntil tá, mín sál kann syngja glað.
Inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur,
inntil eg síggi ljósins stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin