Er her eitt hjarta, sum tráar

Victor Danielsen
Orð: Annie L. James
Lag: William Howard Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Er her eitt hjarta, sum tráar,
hvíld eftir stríð fá og frið?
Hoyr tá hin boðskapin glaða:
Jesus nú kemur framvið!

Niðurlag:
Jesus nú kemur framvið,
framvið í dag,
Jesus nú kemur framvið,
hann kemur framvið í dag.

2. Er her ein sál, tyngd av syndum?
Ber tær ei longur eitt stig!
Skunda tær, nem við hans klæði!
Jesus nú kemur framvið.

3. Er her eitt sinn, sum er brotið?
Frelsarin er tær við lið:
Hjørtuni særd skal eg grøða –
Jesus nú kemur framvið.

4. Kom til ta einastu frelsu,
fjal teg í náði í dag,
far um hitt einasta portur
inn í Guds æviga stað!

FavoriteLoadingGoym tekstin