Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk

Orð: Frank E. Graeff
Lag 1: J. Lincoln Hall
Lag 2: Bárður á Lakjuni
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Does Jesus care

1. Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk,
so at songurin tagna má,
tá ið mótið svann,
tá ið grátur rann,
og eg veit ei veg ella ráð?

Niðurlag: Áh, ja, hann er nær,
eg veit, hann er nær,
hans eyma hjarta er rørt!
Tá ið náttin long er,
og leiðin trong, er
við hjálp hans armur nær.

2. Er Jesus nær, tá ið nátt er myrk,
og yvirhond ræðslan vann,
tá á trongu kós
ikki sæst eitt ljós,
meðan ódnin ýlir – sær hann?

3. Er Jesus nær, tá eg veik og fall
fyri freisting, eg stríddi mót?
Sær hann míni tár,
míni djúpu sár,
vil hann styðja snávandi fót?

4. Er Jesus nær, tá eg havi mist
tað, á foldum mær dýrast var?
Er hann tá ein borg
í tí djúpu sorg,
elskar hann meg tá, er hann nær?

FavoriteLoadingGoym tekstin