Her er liðið

Orð: Nyholm Debess
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Her er liðið,
frítt er miðið,
venjing stuðla okkum skal.
Her er liðið,
hvørt eitt stigið
venjir okkum sera væl.
Áhald búgva skal í huga,
liðið sýna skal at duga,
:,: ganga brekku ganga skørð. :,:

2. Her er liðið,
frítt er miðið,
venjing stuðla okkum skal.
Her er liðið,
hvørt eitt stigið
venjir okkum sera væl.
Treysti skal í bringu búgva,
eingin gongdin lið kann lúgva,
:,: eftir fløtu – gjøgnum dal. :,:

3. Her er liðið,
frítt er miðið,
venjing stuðla okkum skal.
Her er liðið,
hvørt eitt stigið
venjir okkum sera væl.
Megi okkum skulu vinna,
Føroyalandið mugu ynna
:,: tú og eg – og hvør og ein. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin