Er mítt lív ein signingarkelda?

Orð og lag: Harper G. Smyth
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Make me a channel of blessing

1. Er mítt lív ein signingarkelda?
Flýtur kærleiki Guds gjøgnum meg?
Eri falnum eg boð um Guds náði?
Leiði friðleys eg friðarins veg?

Niðurlag: Ger meg til signingarkeldu í dag,
ger meg til signing, mín Gud, veit mær tað!
Meg heilt tú eigi,
verk mítt tú leiði –
ger meg til signingarkeldu í dag!

2. Er mítt lív ein signingarkelda?
Tyngir hjarta mítt syndara neyð?
Leiti eg eftir teimum, ið viltust?
Tali frelsunnar orð eg við tey?

3. Er mítt lív ein signingarkelda?
Ber um Jesus tað dagliga boð?
Tali eg við tær sálir, sum doyggja,
um tann Harra, tær elskaði so?

4. Er mítt lív ein signingarkelda,
livi eg ikki longur í synd,
kann eg falnum og líðandi bjarga,
gera síggjandi eyguni blind.

FavoriteLoadingGoym tekstin