Er mítt lív ein troyttandi ferð

Orð: Emma Johnson
Týtt: Victor Danielsen

1. Er mítt lív ein troyttandi ferð,
Jesus, hann er friður mín;
tyngir krossurin, eg beri her,
Jesus, hann er friður mín,
gøtan slættað er av kærleika,
náðin lýsir yvir leiðina,
Harrin ber meg gjøgnum ferðina,
Jesus, hann er friður mín.

Niðurlag:
Hann er friður mín,
hann er friður mín,
Jesus, hann er friður mín;
hann er friður mín
og gav mær kærleik sín,
Jesus, hann er friður mín.

2. Snerrur eru, har eg ganga má,
Jesus, hann er friður mín;
tó skal tað mítt mót ei niður slá,
Jesus, hann er friður mín;
Kristus gekk jú vegin undan mær,
hvar eg gangi, rødd hans ljóðar nær,
bert í honum frið mítt hjarta fær,
Jesus, hann er friður mín.

3. Tá mín sál um perluportrið fer,
Jesus, hann er friður mín;
tá mín stav eg leggi frá mær her,
Jesus, hann er friður mín;
tá mín songur alla ævina
prís skal vera til mín Frelsara,
sum leið fyri meg á Golgata;
Jesus, hann er friður mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin