Er reyð tín synd so sum skarlak og blóð

Orð: Ókendur
Lag: Silas Jones Vail
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Om enn din synd som skarlagen er rød

1. Er reyð tín synd so sum skarlak og blóð,
ræddur og vónleysur tú,
rennur tó bjargingarkeldan so góð –
Jesus vil frelsa teg nú!

Niðurlag: Jesus vil frelsa teg nú,
Jesus vil frelsa teg nú,
ja, Jesus vil frelsa frá deyða og synd –
Jesus vil frelsa teg nú!

2. Gjørdist tær gleðin í heiminum tóm,
fyllist av deyðræðslu tú,
kom tá til hann, sum bar deyða og dóm –
Jesus vil frelsa teg nú!

3. Komi so deyðin, tá sál tín er frí!
Syngja tá glaður kanst tú:
Sigurin vunnin er, endað mítt stríð! –
Jesus vil frelsa teg nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin