Er tað nakar, sum kann hjálpa

Victor Danielsen
Orð og lag: James Bruce Mackay
Týtt: Victor Danielsen

1. Er tað nakar, sum kann hjálpa,
skilir nakar vára neyð,
tá ið syndin vári hjørtu hevur sært?
Tá ið angistróp upp stíga,
er tá ein, sum hoyrir tey,
sum kann stilla stormin, tá hann brúsar hart?

Niðurlag:
Tað er ein og bert ein,
og tað er Harrin Jesus, eina hann;
tá ið syndin nívir fast,
og síðsta vónin brast,
tá er Jesus tann, sum frelsir, eina hann.

2. Er tað nakar, sum kann hjálpa,
geva einum hjarta frið,
tá ið samvitskan og lógin tyngja tað,
sum burt tekur synd og sigur
við ta villu bylgju: Tig!
Og kann venda deyðans nátt í bjartan dag?

3. Er tað nakar, sum kann hjálpa,
tá hin síðsta stund er nær,
turka deyðans flóð sum forðum Jordans á,
sum vil styðja veika hjartað,
til tað staðin opnan sær,
og vil taka burtur allan ótta tá?

FavoriteLoadingGoym tekstin