Er tað satt, at Jesus er mín bróðir

Orð: Lina Sandell
Lag 1: Ókendur
Lag 2: J. Marcussen
Lag 3: Oscar Ahnfelt
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Är det sant att Jesus är min broder

1. Er tað satt, at Jesus er mín bróðir,
hoyrir himmalarvurin mær til?
Burtur tá, tit tungu táraflóðir,
burtur alt, sum hjartað tyngja vil!

2. Hann mín bróðir – undur yvir undur,
størsta náði, nøkur sál kann fá!
Tó mín trúgv er lítil mangar stundir,
orði hans eg tryggur byggi á.

3. Fast er lyftisorðið, Gud læt skriva,
tó mítt hjarta mangan svíkur hann;
ei mín frið eg spilla vil í iva,
Harrin Jesus aldri lúgva kann.

4. Faðir mín og tykkara, hann segði –
áh, tann troyst, at Jesus segði so!
Frið mær keypti krossins streymur reyði –
áh, hvør stórt, at eg fekk hesi boð!

5. Meiri vert er hetta bróðurbandið
enn, um allan heimin eg so vann;
eg í sambandi við honum standi,
havi rætt til sama arv sum hann.

6. Sama arv í Harrans ljósa heimi,
sama Gud og Faðir – áh, hvør stórt!
Hjálp mær, Jesus, at eg aldri gloymi,
hvussu ríkan tú meg hevur gjørt!

FavoriteLoadingGoym tekstin