Er tín dagur fyltur av sorg

Orð og lag: John M. Moore
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Burdens are lifted at calvary

1. Er tín dagur fyltur av sorg,
hjartað mótleyst á tær?
Byrðina bar hann á Golgata,
Jesus er sára nær.

Niðurlag: Byrðina bar hann á Golgata,
Golgata, Golgata,
byrðina bar hann á Golgata.
Jesus er sára nær.

2. Kasta alt á Jesus í dag,
ber bert ótta tín har.
Byrðina bar hann á Golgata,
Jesus er sára nær.

3. Hvørja hjartasorg og hvørt tár,
vinur, Frelsarin sær.
Byrðina bar hann á Golgata,
Jesus er sára nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin