Er tín krossur ov tungur at bera

Orð og lag: Daniel Hallberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Er tín krossur ov tungur at bera?
Gjørdist roynslunnar stund tær ov svár?
Er her eingin, sum neyð tína kennir,
og eingin, sum sær tíni tár?

Niðurlag: Handan skuggarnar tó stendur Harrin Jesus,
til at hjálpa tær úr neyð Hann fúsur er.
Lít teg um, so skalt tú síggja, at har er Hann
til at lætta allar byrðar, sum tú ber.

2. Hava vónloysisskuggar teg fjøtrað
og umskift tín dag um til nátt?
Kanska alt tykist nyttuleyst vera,
og trúgv tín er fallin í fátt?

3. Kanska sært tú ei sólina longur,
og tær tykist lívið so myrkt!
Ert tú beiskur? Kann vera, er hjartað
av súti og sorg innibyrgt?

FavoriteLoadingGoym tekstin