Er tín leið løgd mót himlinum bjarta

Orð og lag: Kittie Louise Suffield
Týtt: Heri Tróndheim
Upprunaheiti: God is still on the throne

1. Er tín leið løgd mót himlinum bjarta,
er frá heiminum vent alt títt sinn?
Fann Guds Andi sær veg til títt hjarta,
bart tú tøkk, tá hann vegin fann inn?
Sært tú tey, sum ta leiðina gingu,
geva upp, ert tú stúrin, o, sál?
Lít tí framá, o, sál,
mót tí himmalska mál’.
Gud enn á trónuni er.

Niðurlag: Gud enn á trónuni er,
og hann minnist børn síni her.
Um svárt gerst tær stundum,
tað er tó eitt undur,
at aldri tú einsamur ert.
Gud enn á trónuni er,
og hann minnist børn síni her.
Hoyr hans lyfti til mín,
eg skal minnast til tín.
Gud enn á trónuni er.

2. Kæra sál, ert tú mótleys og stúrin,
kennist leiðin tær møðsom og tung,
ert tú dagliga syrgin og kúrin,
ei ein lýsandi glotti um sýn?
Far í bøn til tín faðir á Himli,
legg á hann alt, sum tyngir teg her.
Tá tú biður í loynd,
kanst tú gera ta roynd:
Gud enn á trónuni er.

3. Um tú búði í borg ella smáttu
og av menniskjum virdur ei var,
Gud ein bústað til tín letur byggja
í tí himmalska staði hjá sær.
Alt, hann har hevur gjørt tær til reiðar,
eingin menniskja fata tað kann.
Alt hann gjørdi til tín,
kæri frelsari mín.
Gud enn á trónuni er.

FavoriteLoadingGoym tekstin