Er tín synd reyð sum purpur og so vónleys tín søk

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Móðir mín

1. Er tín synd reyð sum purpur og so vónleys tín søk,
fyllir mótloysismyrkur títt sinn,
sál tín plágað av stúran, sinnið fangað í synd,
tú í hjarta títt slept hevur inn?

Niðurlag: Er tín synd reyð sum purpur, verður hvít hon sum snjó,
um til Jesus tú bert hana nú.
Hvít sum hvítasta kava teg tváar Hans blóð,
Hann teg letur í rættferðarskrúð.

2. Er tín framtíð so fløkt, sinnið plágað og pínt,
og teg fjalir eitt myrkur so tjúkt,
so er Jesus tær nær, myrkrið rekur Hann burt,
lekir alt, sum er brotið og sjúkt.

3. Alt títt lív er ein leitan og eitt róp eftir hjálp,
eftir gleði og friði og lívd;
syndin gav ikki tað, sum hon lovaði tær,
nú er myrkrið so stórt, sálin nívd.

4. Tú kanst leita um torg, søkja høgt mettan sess,
aldri finnur títt hjarta har ró;
tí tín sál hon varð skapt til eitt nógv hægri mál,
hon varð dýrt keypt við Jesusar blóð.

5. Hoyr, á, sál, tú, sum synd hevur dárað av leið,
tú ert borin til nógv størri lut!
Í Guðs Ríki tú eigur ein dýrtkeyptan sess,
kom og skunda tær aftur til Guð.

FavoriteLoadingGoym tekstin