Er tín syndabyrði svár

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Leave your heavy burden at the cross

1. Er tín syndabyrði svár,
sál tín friðleys, nívd og sár,
tykist lív títt at vera einkisvert?
Tú fært linna, troyst og frið,
sálarhvíld so søta við,
leggur tú við krossin byrði tína bert.

Niðurlag: Legg við krossin byrði tína bert,
loystur ver, áh, syndari, her!
Legg við krossin byrði tína bert
har við krossin á Golgata.
Jesus í dag tær bjóðar vælkomnum har,
hann vil teg frelsa, tí hann neyð tína sær.
Legg við krossin byrði tína bert,
loystur ver, áh, syndari, her!

2. Hví tá longur halda á,
skuldartyngdur, hjálp hans frá,
tá tú fært fullan frið við Golgata?
Dyrnar opnar standa enn,
drála ei, men kallið kenn,
tær eitt lív í sigri, gleði ognast tá.