Er títt eyga vent mót Himli til teir skattir uppi har

Orð: Johnson Oatman
Lag: Adam Geibel
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Pearls by the way

1. Er títt eyga vent mót Himli til teir skattir uppi har,
nú ið perluportrið opið standa má,
minst til, skattir kanst tú fáa longu her á lívsins veg,
dýrar perlur liggja leið tíni á.

Niðurlag: Dýrar perlur liggja leið tíni á,
far og finn tær, nú ið høvi tú kanst fá,
himmalskt ríkidømi fært tú longu her á lívsins veg,
sanka dýrar perlur leið tíni á.

2. Vilt tú, krúna tín skal skína eins og stjørna klár á nátt,
bjartari enn sólarljósið himli frá,
bíða ikki, til har heima tínir skattir ognast tær,
men hygg eftir perlum leið tíni á.

3. Heimsins ognir farast allar og alt tað, sum verður sett
høgt í virði, tað til einkis verður tá.
Ongan dýrgrip kanst tú fáa við tær inn í Himmalin,
men hygg eftir perlum leið tíni á.

4. Hvør ein kærleiksgerð – um lítil, hvør ein hjálp, tú veita kanst,
hvørt eitt orð, ið tú um Jesus tala má,
hvør ein neyðstødd sál, ið tú kanst vinna fyri Frelsaran,
eru perlur tínar leið tíni á.

FavoriteLoadingGoym tekstin