Er títt hjarta troytt á tungum vegi?

Victor Danielsen
Orð: Jeremiah Eames Rankin
Lag: Edmund S. Lorenz
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Tell it to Jesus

1. Er títt hjarta troytt á tungum vegi?
Ber tað til Jesus,
ber tað til Jesus!
Tykist sorgin stór, er deyð tín gleði?
Ber tað til Jesus í dag!

Niðurlag: Ber tað til Jesus,
ber tað til Jesus!
Ei slíkan vin eigur tú;
hann fram um allar
kanst tú bróður kalla,
ber tað til Jesus júst nú!

2. Renna sorgartár á tínum kinnum?
Ber tað til Jesus,
ber tað til Jesus!
Tyngist tú av gomlum, sárum minnum?
Ber tað til Jesus í dag!

3. Tykjast dimmir skuggarnir at vera?
Ber tað til Jesus,
ber tað til Jesus!
Ræðist tú, hvat framtíðin kann bera?
Ber tað til Jesus í dag!

4. Tyngir sjúka, armóð, sorg og neyðin?
Ber tað til Jesus,
ber tað til Jesus!
Gerst tær leiðin myrk, og hóttir deyðin?
Ber tað til Jesus í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin