Er títt hjarta tyngt og troytt, er mótið lítið

Orð og lag: May Agnew Stephens
Týtt: Jákup Olsen

1. Er títt hjarta tyngt og troytt, er mótið lítið,
er tín gøta brøtt og hál, er stríðið hart?
Ristast tíni knø, og skelva tínar hendur,
tykist tað tær, sum tú aldri sigur fært?

Niðurlag:
Hav trúgv á Gud, og sólin sær,
um dimmist dagur, myrkist ský!
Hann vegin leggur tær og mær,
lít á hann nú og alla tíð!

2. Myrkist nátt, og tykist dimmið aldri lætta?
Minst, at myrkrið er ei myrkur fyri hann!
Allan vegin hann er við tær, einki hendir
uttan tað, sum kærleiki hans loyva kann.

3. Harrin ræður, hann er mentur teg at fría,
trúgv á Harran hevur altíð sigur havt;
ótti, ivi, synd og sorg má burtur víkja
fyri trúnni á Guds sterku sigurskraft.

FavoriteLoadingGoym tekstin