Er títt lív á foldum ein ferð uttan mál

William J. Gaither
Orð: Árni Jacobsen
Lag: William J. Gaither
Upprunaheiti: I could never outlove the Lord

1. Er títt lív á foldum ein ferð uttan mál,
kennist leiðin kanska krókut ella gøtan tær hál,
eru vinirnir fáir og einsemið stórt,
sum í myrkri tú trilvar teg fram.

Niðurlag: Á tíni leið nú Jesus kallar á teg,
fegin hann hjálpir, styðjar og vísir tær veg.
Ljósið hann hátt lyftir tær, so at tú sært
fram á vegin, so tú heim finna kann.

2. Hevur eftir friðinum verið tín trá
á tí leið, sum hesin heimur kundi vísa tær á,
tó bert nívandi ótta og vónbrot tú fann
– stokkut gleðin í heiminum er.

FavoriteLoadingGoym tekstin