Er várt lív eitt ljós

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Er várt lív eitt ljós –
ein eldur, sum man brenna,
millum Harrans fólk, ið kemur saman her?
Tí at hvør sál, ið Jesus fekk at kenna,
fekk í lut tann kærleika, av øllum ber.

2. Logar ljósið so, at livandi tað lýsir
upp í myrkrinum og veitir sálum vón?
Er várt lív ein kyndil, sum við megi vísir
til tann Frelsara, ið blindum gevur sjón?

3. Brennur eldurin, ið telur mangar gløður,
tí at okkum knýtir saman kærleiksbond?
Tá vit røkka út til systrar og til brøður,
ið seg kenna gloymd og tørvar vinahond?

4. Kristi kærleika vit ikki kunnu skilja,
hann, ið gav sítt alt og doyði í vár stað.
Hevjið hátt hin brand, hann birti, tí vit vilja
boða Kristi kærleika hvønn lívsins dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin