Er, vinur mín, tú tilreiðar til tann dag

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Er, vinur mín, tú tilreiðar til tann dag,
tá Jesus kemur er sál tín tá frí og glað?
Er sál tín frelst, tá basúnin ljóðar hvøll
og Frelsarnum tey frelstu skulu prísa øll?

Niðurlag: :,:Vit liva í tíðanna síðstu tíð, á, sál,
og Jesus kemur skjótt og Síni ber á mál.:,:

2. Tíðin hon fer, hana aftur ei tú fær’,
dýr hvør ein stund, sum frá Guði her tú fær’;
søpla ei burt tínar møguleikar, sál,
tá er ov seint at iðra, tú ei náddi mál.

3. Ofta og títt mangan hoyrdi tú Guðs kall,
dirvið tó sveik, tí tú fall og aftur fall.
Lat ikki tað hindra tær at náa mál,
hoyr, Jesus mentur er at reinsa tína sál.

4. Brúðurin sær fram við fragd til Himmalin,
leingist nú skjótt, síggja Brúðgóm sín og vin!
Gloymt verður tá lívsins fáfongd, stríð og tár,
við Trónu Guðs og Lambsins grøtt er hvørt eitt sár.

FavoriteLoadingGoym tekstin