Eg eri ein gestur, men glaður eg ferðist

Týtt: Victor Danielsen

1. Eg eri ein gestur, men glaður eg ferðist
mót málinum fram, um enn leiðin er trong;
um ofta av tornunum fóturin særist,
og gráturin mangan vil køva mín song,
so tó, tá ið heimið eg minnist,
hvør friður í hjartanum er!
Eg veit, at mær bíðar ein krúna,
sum prýða meg skal einaferð.

2. Og um eg skal vanvirdur her niðri ganga,
um heimurin vísir, hann kennir meg ei,
hvat ger so tó tað, tá ið Jesus meg kennir
og fylgir mær fram hesa torføru leið!
Tann vinurin hjarta mítt eigur;
við honum eg líða vil nú;
hann fyri meg ofraði lívið,
og tár míni telur hann jú.

3. Sum rósu í Saron og lilju í dali,
í tornum í heiminum Jesus meg sær;
um mangan í trongd hann tó aldri meg gloymir,
í neyðini trúgvur sum aldri hann var.
Tann friðin hann gav mínum hjarta,
sum heimurin onga tíð gav,
og fyri hans rødd eins og forðum
má tagna hitt brúsandi hav.

4. So syngi eg tá bæði úti og heima
ein song um mín vin og um heimlandið ljóst
og frítt fari fram gjøgnum tíðirnar tungar
við gleði og hvíld, sum hann gav í mítt bróst,
til portrini har uppi opnast,
og staðurin glitrar mær mót;
og Jesus mær trúfastur fylgir
og styðjar og varðar mín fót.

FavoriteLoadingGoym tekstin