Eg eri ein vetringskvíga

Eg eri ein vetringskvíga
eg standi í Dimmu í dag
ímillum ein Morris Minor
og ein komfýr av Selatræ –
Men eingin vil meg keypa
og føra meg heim til garðs,
tí trøð og stamtalva mangla,
– eg vænti eg endi sum fars.

Eg las í Dimmu herfyri
um eina so frálíka kúgv
sum var so fín, at hon mátti
í stovuni hava búgv:
Mamman var vakurleika
drotning av Velbastað,
og pápin var premiutarvur
úr Norra av besta slag.

Og omman, sum var úr Bergen,
hon gav so nógva mjólk,
at tað var nokk út í drekka
til næstan øll Føroya fólk.
Eg fái kompleksir av slíkum,
eingin gitir meg keypt,
eg mjólki viðhvørt bert ein hálvpott
– sum oftast so standi eg slept.

Men, hvat skal tað annað vera,
tí móðir mín segði frá,
at pápi var av plastikki
og í eini skuffu lá.
Um kærleik tað var aldrin talan,
tí tá ið hon skuldi til tarv,
hon fekk eina sproytu í halan,
og kerligheitshungurin hvarv.

So livdi so trist eitt lív hon
øll síni ungdómsár,
droymdi um premiutarvar,
men snýtt varð hvørt einasta vár.
So seldu teir hana til Havnar,
eg haldi tað var í mars,
har endaði hon sínar dagar
sum triðjaflokks Havnafars.

Og omma var kálvaknýggjað,
kollut og vambastór
líktist einari gravkúgv,
eitt ósympatiskt djór.
Abbi var mannúlvur mikil,
varð skotin á hálvari leið,
og seldur sum minkafóður
– men minkarnir rørdu hann ei!

Og hvat skal nú av mær verða!
Eingin hava meg vil,
maðurin, sum meg eigur,
hann hevur keypt sær bil,
selt ta grasgóðu trøðna,
har fyrr í friði eg gekk,
tað sigst, at hundrað krónur
hann fyri ein fermetur fekk!

Eg eri ein vetringskvíga,
eg standi í Dimmu í dag
ímillum ein Morris Minor
og ein komfýr av Selatræ –
Men eingin vil meg keypa
og føra meg heim til garðs,
tí trøð og stamtalva mangla
– eg vænti eg endi sum fars.

FavoriteLoadingGoym tekstin