Eg eri Guds barn og vil tað vera

Victor Danielsen
Orð: Josef Grytzell
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg eri Guds barn og vil tað vera,
til sól og máni ei eru til;
tað navn eg elski, tað vil eg bera,
um ei meg heimurin kenna vil.
Eg eri Guds barn, og tað eg blívi,
og Kristus eina mín æra er!
Hann elskar meg, fyri meg læt lívið,
hann frelsti meg og meg uppi ber.

2. Eg eri Guds barn – áh, henda náði!
Meg Jesus frelsti, ein syndatræl;
um mangt meg nívir og treingir, táið
eg eigi hann, livir sálin væl.
Eg eri Guds barn, í trúgv eg stríði
hitt stríð, sum Harrin meg kallar til,
og fram eg gangi við Jesu síðu,
og hann til sigurs meg føra vil.

3. Eg eri Guds barn, tá sorgin treingir,
tann vissa gleðir og uggar meg;
hon gevur andanum dúvuveingir,
hátt yvir heiminum hvíli eg.
Eg eri Guds barn; og bankar deyðin
á dyrnar, ikki eg óttist tó;
mín sál er frelst, endað er øll neyðin,
tá Jesus fyri meg gav sítt blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin