Ert tú hjartabrotin, kom til Jesus

Orð og lag: Alfred H. Ackley
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Heartaches

1. Ert tú hjartabrotin, kom til Jesus,
hann vil altíð verða hjá tær nær,
hann er besti vinur, tú kanst eiga,
ynskir lív og frið at geva tær.

Niðurlag: Sorgir! Ber tær fram til Jesus!
Far til hann í dag,
og tín sál skal vera glað.
Sorgir! Ber tær fram til Jesus,
hann skal linna tína sorg í dag.

2. Hvør ein sorg kann broytast um til gleði,
hvør ein synd og ivi svinna má.
Jesus, hann er enn hin stóri Læknin,
óhjálptur fer eingin honum frá.

3. Jesus skilir hvønn ein truplan spurning,
og til fulnar hann teir greiða kann.
Trúgv á hann, sum eina teg kann frelsa,
hann, sum yvir synd og deyða vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin