Ert tú nívdur av so svárum, tungum byrðum

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ert tú nívdur av so svárum, tungum byrðum?
Er títt hjarta fylt av iva, stúran, kvøl?
Einans Jesus hjálpa kann,
eingin, eingin er sum Hann;
Hann vil svara tíni bøn og geva frið!

Niðurlag: Tú kanst koma nú til Guð, sum tú ert,
við tí byrðu og tí neyð, sum tú bert!
Alla stúran, alla kvøl og alla pínu,
kanst tú leggja av við krossins fót!

2. Ert tú veikur, tá ið freistingum tú møtir?
Kennist tung at bera syndarinnar løn?
Einans Jesus hjálpa kann,
eingin, eingin er sum Hann;
Hann vil hjálpa tær, fert tú til Hann í bøn!

3. Ert tú særdur djúpt av syndarinnar ávum?
Pínist tú av kvøl og synd, sum eingin sær?
Einans Jesus hjálpa kann,
eingin, eingin er sum Hann;
Hann í stríði tínum altíð er tær nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin