Ert tú syrgin í dag

Jákup Zachariassen
Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jákup Zachariassen

1. Ert tú syrgin í dag,
er tín leið so trong?
Ert tú fallin heilt í fátt,
tykist leiðin ov trong?
Hoyr eitt troystarríkt orð,
– tað úr Skriftini er –:
Bíðar tú eftir Harranum,
nýggja kraft hann tær ber!

2. Lyft tú eygunum upp,
hygg Guds stjørnufjøld,
hann við orði máttar síns
ber tær øld eftir øld!
Ivast tí ikki tú,
at hann støðugt teg ber!
Bíðar tú eftir Harranum,
nýggja kraft hann tær ber!

3. Harrin máttmikil er
– veitst tú ikki av
hinum troytta, máttleysa
mikla styrki hann gav?
Lyft tí veingjunum á,
eins og ørnin á ferð!
Bíðar tú eftir Harranum,
nýggja kraft hann tær ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin