Ert tú troyttur, ert tú sjúkur

Orð: John Mason Neale
Lag: Henry Williams Baker, Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Victor Danielsen

1. Ert tú troyttur, ert tú sjúkur,
hvílir sorg tær á?
Kom til mín, ein sigur, og tú
hvíld skalt fá!

2. Ber hann krúnu eins og aðrir
kongar bera her?
Ja, men heiðurskrúna hans av
tornum er!

3. Biður tú hann frelsa teg, ei
sigur hann tær nei,
fyrr skal sól og máni svíkja
sína leið.

4. Stríð og spott og hatur fært tú,
um tú hoyrir hann;
áh, men størri er tann arvur,
hann tær vann!

FavoriteLoadingGoym tekstin