Ert tú við í stríðnum fyri Harran

Orð og lag: Ókendur
Týtt úr enskum: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Keep on the firing line

1. Ert tú við í stríðnum fyri Harran, tá
statt, har harðast leikar á,
bróðir, skalt tú sigra, tú víst berjast má,
statt, har harðast leikar á.
Vandar hótta Harrans hermann alsamt her,
doyr í stríðnum hann, tó einki tap tað er,
ónýt er hvør bloyta, hon bert skaða ger,
so statt, har harðast leikar á.

Niðurlag: So stinnur statt, barst móti øllum illum,
lúta ei, ei halta aftaná.
Skalt tú tí vinna sigur fyri Gud,
so statt, har harðast leikar á.

2. Einans trúgvar hermenn Harrin nýta kann,
statt, har harðast leikar á.
Skalt tú krúnu vinna, kross tú bera man,
statt, har harðast leikar á,
Meistaranum góða tæn tú trúgvur tí,
eggja øðrum til og stríð hitt góða stríð,
stór tá verður løn tín, fram í trúgv bert stíg,
so statt, har harðast leikar á.

3. Tá vit lenda Himli í, gerst gleðin stór,
statt, har harðast leikar á,
Frelsaranum prísar hátt hitt mikla kór,
statt, har harðast leikar á.
Tá ið onkra sál, vit vunnu, síggja har,
bjargaða frá glatan, leidd til Jesus varð,
fagnaðarróp skal runga sum eitt takkarsvar,
so statt, har harðast leikar á.