Ert tú vrak á lívsins havi

Orð: Mrs. Bradford Spoor
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Petur William Háberg

1. Ert tú vrak á lívsins havi,
ýla brot tær fyri stavn?
Miss ei mótið! Tú kanst náa
fram til ljósins stillu havn.

Niðurlag:
Far í bátin, bjargingarbátin,
meðan Jesus rættir fram tær hjálparhond!
Drála ei longur, far í bátin,
set í dag tú kós mót føgru himmalstrond!

2. Hugsa ei um heimsins ognir!
Gripir fært tú handan hav,
hittir vinir, ognast gleði,
meir, enn verðin nøkrum gav.

3. Dýrar sálir hava hildið,
at tær høvdu góða tíð,
men tá morgun aftur lýsti,
verið deyðans ríki í.

FavoriteLoadingGoym tekstin