Eru tit mítt ljós í verð

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ernst Chr. Richardt
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í februar 1972. 

”Eru tit mítt ljós í verð,
kærleikssól, ið fløva ber,
tindastaður skæri?
Eru tit mítt jarðar salt
móti sótt, ið týnir alt,
lívsins verndar varði?”

Sí, so himnahátt og stórt
hevur Jeus kallið gjørt
hjá hans lítla fylgi!
Andin menti teir so balt,
at teir vórðu ljós og salt
yvir lond og bylgju.

Harri, verj várt veika far,
tá tú sært, at okkum nær
hóttir deyðans vandi;
styrk oss, statt við vára lið,
so vit eru bundin við
tínum kærleiks bandi!

Tá skal login ljóma bjart,
so í sinn, sum fyrr var svart,
birtist brøðraandi!
Lýsir tá av lágu strond
upp um deyðans dimmu lond
lívsins ljósa landið.

FavoriteLoadingGoym tekstin