Eru vit til

Orð og lag: Enekk

Hoyrdi tú í nátt eitt skríggj
í øllum tí sum var?
“Heimur, hvussu livir tú
innistongdur har?”
“Jú takk, mítt lív er tryggjað
og svarini í tær,
samvitskan ið plágar meg
steingi eg inni har.”

Logandi stillið floymdi nú
út yvir dagin
fram við bálunum
stíg inn í logan
og tiðna burtur í rópið
næstar, eru vit til?

Og hoyrdi tú í nátt eitt skríggj
sníkja seg framvið?
Druknar tú í tøgnini
tú ikki vilt kennast við?
Sást tú millum rimarnar
hvat lá og smíltist við tína lið?
Var tað tú ella líkini
sum at enda róptu um grið?

FavoriteLoadingGoym tekstin