Ettesabrúgv

Orð og lag: Martin Joensen

1. Har stendur ein drongur á Ettesabrúgv,
starir spentur í spegilsklárt hav,
har pilkurin treður sín freistandi dans
millum ulku og seið, meðan sól fer í kav.

2. Ein angi av tara, eitt lívgandi lot,
– har fer hann við tráðu og spann.
Fótafet setast í ódrúgvan sand,
so kámast hann burtur og verður til mann.

3. Í hamrinum sært tú hann aftur á ferð,
steðgar á eina løtu og skimast íkring.
Nú veittrar hann til mín, so fer hann um sýn,
á veg upp í lívsins hin æviga ring.

4. Nú brúgvin er burtur og drongurin við
og havið so rísið tað er.
Krabbin hin bondski á botninum býr,
brimið nú brýtur um skultrandi sker.

5. Eg siti við vindeygað, hyggi útum,
síggi dagarnar stetla framvið.
Meðan kvøldroðin fyllir mín døgguta rút
hoyrast bergljóð av brimi við boðum um grið.

6. Eg veit, at hvør tigandi tími meg ber
mót ljósinum skæra, har seti eg búgv.
Á sannleikans sandi skjótt lendir mítt far,
– brátt standi eg aftur á Ettesabrúgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin