Europameistarin

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Upprunaliga yrktur í juli/august 2008 í sambandi við, at Pál Joensen gjørdist europameistari fyri juniorar í trimum svimjigreinum sama ár. Hans Jacob Hjelm og onnur sungu sangin vesturi í ítróttarhøllini í Vági, tá ið Pál kom heimaftur úr Beograd. Nýggj útgáva 20. mai 2014.

Svimja teir í miklum tøkum
fossar vatni strítt,
Pál á odda strýkur fram
og tekur tøk so títt.
Brýtur tað í bæði borð,
men Pál hann stinnur svam,
í ódnartaki Pál hin drúgvi
fyrstur inn á mál.

Fyrstur inn á mál – fyrstur inn
Fyrstur inn – á mál.

Eygu glógva bjørt
og Merkið vakurt veittrar frítt,
Pál hann svimur tryggur fram
og hjarta bankar blítt.
Miklar tjóðir, miklar menn, hann legði aftur um,
kósin sett í EM móti hægstu tindunum.

Fyrstur inn á mál – fyrstur inn
Fyrstur inn – á mál.

Sigmund svam um Suðuroyarfjørð
og Pál í Beograd,
framdi megnar svimjibragd,
tað var ein mikil fragd.
Á vinnarpalli smílist Pál,
her fekk sítt lívsins hál,
tá hitnaði hvør hjartarót,
og hvør ein føroysk sál.

:: Fyrstur inn á mál – fyrstur inn
fyrstur inn – á mál. ::

Fyrstur inn á mál – fyrstur inn
fyrstur inn – var Pál

FavoriteLoadingGoym tekstin