Evropa

Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
Lag: Rani Nolsøe

Ræðandi afturlæst mørk
hóttandi isolatión
gráligar storbýarmyndir
fuglarnir flúgva úr eygsjón
bóru teir longslar við
og vónir túsund dreymar
tá várið 68
ongantíð var summar

Men søgan er ikki til fals
hjá teimum sum stóðu til tap
og valdu at bíða ov leingi
tá fólkið í gøtunum stóð
úr Leipzig, Berlin til Pragh
men hvør tanki gjørdist frælsur
hvørjir múrar mundu falla
bert tí Sesam Sesam læt seg upp

So Evropa hvar gongur nú tín leið
o, Evropa milljónir vita ei
veittra tínar stjørnur brátt yvir land og mørk
hvussu gerst Evropa sum veksur seg stórt

Tjaldið er nú farið frá
tey instu hjartarúm
har nýggir múrar nú reisast brátt
av brostnum vónum og dreymum um
vesturheims gullkálvadans
eitt stórvald tekur sítt skap
úr peningavaldi til vápnaða makt
Evropa kenst lagnan tær tung

So Evropa hvar gongur nú tín leið
o, Evropa tú mangan veitst ov væl
tungur er tann arvur vit sleipa eftir teg
vit endurreisa múrar hvar eru vit á veg

So Evropa hvar gongur nú tín leið
o, Evropa milljónir vita ei
veittra tínar stjørnur brátt yvir land og mørk
hvussu gerst Evropa sum veksur seg stórt

FavoriteLoadingGoym tekstin