Eydnu nú ynskja vit, bróðir og systir

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag 1: Jean-Jacques Rousseau
Lag 2: Carl Michael Bellman
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Elskede broder og søster, tillykke nu med den pakt

1. Eydnu nú ynskja vit, bróðir og systir,
yvir ta pakt, sum tit gjørdu í dag!
Veri í heiminum síðstur og fyrstur
Harrin, sum signaði tykkara ja!
Gudsfrykt og kærleik lat samlívið prýða,
gudsfriðin varða lat tykkara lut!
Tá skulu ljósna tey spor, sum tit stíga;
fagni so tykkum hin trúfasti Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin