Eydnuhjólið

Orð og lag: Páll Isholm

Á vári sprettur sinnið frítt
tað einans kennir til svart og hvítt
tú stígur um kærleiksgátt
og dregur lívsins andadrátt

Vit stóðu still har við sjóvarstrond
og knýttu fast í hugan bond
ið skaptu sæla, søta stund
Vit leska kundu hvørt sekund

Lívið eitt eydnuspæl altíð er
har hjólið snarar við sniglaferð
Á hvørjum tali tú lendir á
tú ei kanst vita fyrr enn tá

Og minnist tú tá ið summarsól
reiddi okkum búgvið ból
har vit bert kundu taka av
øllum tí sum kætið gav

Í løtum myrkur við okkum bar
tú ivaðist hvaðar leiðin varð
men myrka támið yvir lá
til sólin aftur sá

Lívið eitt eydnuspæl altíð er
har hjólið snarar við sniglaferð
Á hvørjum tali tú lendir á
tú ei kanst vita fyrr enn tá

Á heystartíð er øll verðin klár
í afturskyni sæst eydnan vár
Vit heysta tað sum vit hava sátt
nú stórt er smátt og grátt er grátt

Á vetri fetini veik og smá
og hárini blivin fá og grá
Vit takka fyri hesa stund
og stevna trygg á annan fund

Lívið eitt eydnuspæl altíð er
har hjólið snarar við sniglaferð
Á hvørjum tali tú lendir á
tú ei kanst vita fyrr enn tá

FavoriteLoadingGoym tekstin