Eygu tíni fest á Jesus

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Fix your eyes on Jesus

1. Eygu tíni fest á Jesus,
dýrd hans fylli tína sál,
lovsong hann í barmi birtir,
kveikir loga tín til bál.
Navn hans stendur yvir øllum,
ongantíð tað fána kann.
Hvønn dag kærleiki hans røkkur til,
ja, eygu tíni fest á hann.

2. Eygu tíni fest á Jesus,
tú, sum lív í honum fann,
ivast ei, at Harrans náði
aðrar sálir frelsa kann.
Hann teg ongantíð vil svíkja,
nokta seg hann ikki kann.
Hann er sannur, eigur ævigt vald,
ja, eygu tíni fest á hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin