Eyguni fylli

Orð: Steintor Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe

Eg eyguni fylli so vakurt alt er
Eg undrist tí alt er ein ævintýrferð
Í havsbrúnni síggi eg mastrar og segl
Og roðan í sjónum sum gyltasta spegl

Og urðar og drangar sum vísastu trøll
Vísa mær veg handan dalar og fjøll
Eg skattin vil finna mín vænasta grip
Um trúgvin í hjartanum stýrir mítt skip

Er kópur og hvalur eg fylgja má teim
tí havið hitt fría tað er teirra heim
Bogar og flesjar og vandafull sker
Og myrkasta gjógvin har skatturin er

Eg eyguni fylti á mínari kós
Nú stjørnurnar bleiktra sum livandi ljós
Sum spákúla mánin í náttini er
Tað góða sigraði enn einaferð

FavoriteLoadingGoym tekstin