So eym og mild er Jesu rødd

Orð: Elizabeth R. Parson
Lag: William H. Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. So eym og mild er Jesu rødd,
ið savnar okkum her
sum limir umkring seg sum høvd
og friðarheilsan ber.

2. Men sum várt hjarta gleðist nú,
at vit tær hoyra til,
vit biðja bønliga, at tú
enn fleiri frelsa vil.

3. Tey kenna, Harri, ei títt navn,
tey lærdu ei tín veg,
tey funnu ei ta tryggu havn,
sum er at kenna teg.

4. Áh, Harri, lat hitt glaða ljóð
tó hoyrast reint og frítt,
har avgudsaltar áður stóð,
lat reisast tempul títt!

5. Og hoyr ta bøn, vit biðja nú,
hvør veik vár trúgv enn er:
Til reiðar okkum ger, so tú
kanst velja vitni her!

FavoriteLoadingGoym tekstin