So eym og so søt var hans kæra rødd

Orð: Ellen K. Bradford
Lag: Edward H. Phelps
Týtt: Victor Danielsen

1. So eym og so søt var hans kæra rødd,
sum kallaði milt á meg:
Um markið nú stíg!
Tað er bert eitt stig,
eg bíði at frelsa teg.

Niðurlag:
Eina eitt stig – hoyr hitt dýra orð:
Alt er til reiðar, áh, kom til hans borð!
Ófrelsti her,
veitst tú, at bert er
eitt stig millum teg og Jesus?

2. Mín synd er so stór og mín trúgv so veik!
So ljóðar mangt svar í dag;
kom eina, og ei á teg sjálvan hygg,
Guds tilboði svara ja!

3. Mítt hold er so veikt, og so myrkt er alt,
og vegin eg síggi ei!
Men Jesus er sterkur, og ljós er hann,
og hann er hin lívsins leið.

4. Ja, hvar skal eg fara um ei til tín! –
Hvør gott, um tað svarið varð –:
Eg síggi tín deyða og tíni sár,
og frelstur eg eri har!

FavoriteLoadingGoym tekstin