Eymt og í kærleika Jesus enn kallar

Victor Danielsen
Orð og lag: Will Lamartine Thompson
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Softly and tenderly Jesus is calling

1. Eymt og í kærleika Jesus enn kallar –
vinur, hann kallar á teg! –
Stendur við dyrnar enn tolin og bíðar –
vinur, hann frelsa vil teg!

Niðurlag: Kom heim, kom heim,
tú, sum ert troyttur, kom heim!
Álvarsamt, eymliga Jesus enn kallar,
kallar teg, vinur, kom heim!

2. Hví vilt tú drála, tó Jesus vil biðja?
Vinur, hann biður jú teg!
Hví koyra frá tær ta náði, hann býður,
náði og frið fyri teg?

3. Tíðin, hon rennur, og stundirnar fara,
skjótt er ei tíð fyri teg;
skuggarnir leingjast, og deyðsongin kemur,
Gud skal brátt kalla á teg.

4. Undurfult, stórt er tað, lyftið, hann lovar;
vinur, tað er fyri teg!
Syndarar skal hann úr bondunum loysa,
frelsa og loysa júst teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin