So eymur hann meg søkti

Orð: William Spencer Walton
Lag: Adoniram J. Gordon, Leivur á Torkilsheyggi
Týtt: Victor Danielsen

1. So eymur hann meg søkti,
sum troyttur, sjúkur var,
og meg á sínum herðum
í seyðahúsið bar;
og einglar sungu tá um hann,
sum vilsta lambið aftur fann.

Niðurlag:
Áh, tann náð, ið fann meg,
áh, tað blóð, ið vann meg,
áh, tann kærleiki, ið heim meg bar,
stóri kærleiki, ið heim meg bar!

2. Hann tók meg falnan, slignan,
í sár læt olju, vín,
hann gav mær hesa vissu:
Eg fann teg, tú ert mín!
Eg hoyrdi aldri orð so blíð,
í hvíld tey vendu sorg og stríð.

3. Hann merkini mær vísti:
Í mín stað blóð hans rann,
ta hvøssu skemdarkrúnu
teir settu upp á hann;
hvat sá, hvat sá hann tó í mær,
at slíka skomm og kvøl hann bar!

4. Eg siti við hans føtur,
hans andlit lýsir mær;
og undrandi eg minnist,
hvør stór hans náði var.
Nei, ævin øll er ei nóg long
at veita honum takkarsong!

FavoriteLoadingGoym tekstin