Faðir, halt hond yvir flokkin vár

Orð: J. Nolsøe

Faðir, halt hond yvir flokkin vár,
hin klároygda barnaskara,
leið tey á foldum tey ungu ár,
og styðja og væl tey varða!

Tú ert ein faðir, ið ei fellur frá,
mín sál vil um ævir tær takka!
Títt faðireyga kann øllum ná,
hvar enn tey um heimin fjakka.

Gev teimum fasta og sterka trúgv,
ið ber um broddar og íður,
tað fagrasta, ríkasta sálarbúgv
fyri sannleik og rætt allar tíðir!

Faðir, tú unni teim eydnuár
for framgongd á fold at stríða!
So gerast tey ung, um gránað er hár,
og sterk av øllum, tey líða.

FavoriteLoadingGoym tekstin