Faðir heilagi, í náði

Orð: Isabel Stephana Stevenson
Lag: Ethelbert William Bullinger, Robert Prescott Stewart, Ebenezer Prout
Týtt: Victor Danielsen

1. Faðir heilagi, í náði
hoyr tú okkum nú,
vári kæru, skild frá okkum,
varði tú!

2. Jesus, Harri, ver hjá teimum,
loðsur, ljós teim ver,
vend í styrki teirra veikleik –
áh, tey ber!

3. Tyngir sorg tey, hóttir vandi,
eru einslig tey,
hygg í náði á tey, lina
teirra neyð!

4. Frelsugleði tín, hon veri
teirra hvíldarstað,
so tey elska teg, tær prísa
dag um dag!

5. Halgi Andi, ger tey heiløg,
hvíl teim hvønn dag á,
náði send, so sigur tey í
stríðnum fá!

6. Faðir, Sonur, Halgi Andi,
ver teim sjálvur nær,
signa, leið tey, frels tey, goym tey
nær hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin