Faðir, mær nýtst teg

Flóvin Tyril
Orð og lag: John Watson
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: So real to me

1. Faðir, mær nýtst teg,
kærleika tín.
Ár burt eg spilti,
friðleysur gekk.
Nú tú mín ert vorðin,
títt barn gjørdist eg,
Faðir, tú ert vorðin so dýrur mær.

2. Loyst mín sál er nú av tær,
loyst úr trælakorum,
vónloysi, trongd.
Likam títt varð brotið,
blóð títt út helt.
Jesus, tú ert vorðin so dýrur mær.

Niðurlag: So dýrur mær, so dýrur mær,
Jesus, tú ert vorðin so dýrur mær.

3. Fyri tær boygdi eg meg,
móður, deyðagivin,
øll lívsmegi skerd,
tá tú, Halgi Andi,
búgv tókst í mær,
Andi, tú ert vorðin so dýrur mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin