Faðir, tak oss í tín favn

Orð: Johs. Andr. Næs

Faðir, tak oss í tín favn,
veit oss troyst í Jesu navn,
nú ið sorgarklokkan ringir,
nú ið saknur okkum tyngir,
nú ið deyðin dvølir her.

Faðir, tak oss í tín favn,
veit oss troyst í Jesu navn,
fyri okkum tú mást stríða,
okkum lær títt orð at lýða.
Veit oss troyst í Jesu navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin