Faðir vár í himlasølum

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Regin Dahl

1. Faðir vár í himlasølum,
allarbesti faðir mín!
Upp frá jarðarríkisdølum
stíga bønir fram til tín;
miskunn tín ei enda fær,
øll og alt títt eyga sær,
hvørja mína gerð tú kennir,
alt hvat mær í huga rennur.

2. Dámligt er til Guðs at leita
sum eitt barn til faðirs arm;
altíð vil hann hjálp oss veita,
lættir sorg og linnar harm,
fjálgar um oss nátt og dag;
skulu vit ei vera glað,
sum so góðan faðir eiga;
heim til sín hann vil oss leiða.

3. Góði Guð! tú aldri spardi
børnum tínum bestu løn,
Jesus! tá tú sjálvur lærdi
oss at biðja bestu bøn,
fingu vit so dýran skatt,
hjálp, at vit hann nýta rætt,
fram í tínum ljósi miða,
so vit fáa alt, vit biðja.

FavoriteLoadingGoym tekstin